Tað eru í dag júst tvær vikur, til Joe Biden fer at verða innsettur sum forseti nummar 46 í røðini í USA. Til forsetavalið í november vann demokraturin ein sera tættan sigur - við 0,2 prosentum - á Donald Trump í statinum Georgia. Sitandi forsetin hevur sagt, at talan hevur verið um valsvik í Georgia, eins og í øðrum statum.
Aftur nú hava fólk verið á avgerandi valið í Georgia, og Trump vil eisini verða við, at valsvik er farið fram til hetta valið. Talan er um umval til Senatið. Val varð til tað kring stóra landið í november, tá forsetaval eisini var, men av tí at reglurnar eru so í Georgia, at eitt valevni skal fáa yvir 50 prosent av atkvøðunum fyri at fáa ein sess í Senatinum, so varð neyðugt við umvali.
Hvør av teimum 50 statunum hevur tvey setur í Senatinum. Av tí at republikanararnir vunnu 50 sessir til valið í november, er tað av alstórum týdningi fyri demokratarnir, at teir vinna teir báðar sessirnar í Georgia. So hava flokkarnir 50 sessir hvør, men av tí at komandi varaforsetin Kamala Harris verður í formansessinum í Senatinum frá 20. januar, so koma demokratarnir í roynd og veru at hava meirilutan komandi valskeið, um tað ber á mál í Georgia, ið ikki hevur valt ein demokratiskan senator í 20 ár.
Alt bendir í løtuni á, at hetta fer at henda. Raphael Warnock er kosin vinnari í dysti móti núverandi senatorinum Kelly Loeffler. Harvið gerst hann fyrsti litti senatorurin, ið er valdur í Georgia nakrantíð.
Eftir at áleið 98 prosent av atkvøðunum eru taldar upp í hinum dystinum, er demokraturin Jon Ossoff á odda. Hann hevur beint yvir 50 prosent av atkvøðunum - David Perdue beint undir. Báðir eru vísir í sigri. Nú fleiri og fleiri atkvøður verða taldar upp økist leiðslan eitt lítið sindur hjá Ossoff. Klokkan í Georgia er ikki seks um morgunin enn, og steðgur er í uppteljingini í summum valstøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald