2019-04-04 10:27
Demokratarnir í Umboðsmannatinginum krevja, at amerikansku skattamyndugleikarnir leysgeva sjálvuppgávuna hjá amerikanska forsetanum Donald Trump.
Demokratarnir vilja kanna, um forsetin hevði fíggjarlig og økonomisk áhugamálsósemjur í samband við handilsavtalur í útlandinum, skrivar CNN.
Tað er demokratiski limurin í Kongressini, Richard Neal, sum hevur sent eina umbøn til amerikansku skattamyndugleikarnar, har hann biður um pappírini hjá Trump frá 2013 til 2018. Neal er formaður fyri fíggjarnevndini í Umboðsmannatinginum.
Hetta er fyrstu ferð í 45 ár, at Kongressini biður um at síggja skattaviðurskiftini hjá einum forseta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald