Uttanlands

Demokratarnir vinna eisini Alaska

Sosatt fáa demokratarnir 56 sessir í amerikanska senatinum, meðan republikanararnir fáa 44.

(Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-18 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn vantar enn statur í at kunngera úrslitið av senatsvalinum fyrst í mánaðinum. Tað er Alaska.

Men alt bendir á, at eisini her vinna demokratarnir valið. Greiningarfyritøkan Desicion Desk HQ hevur í morgun mett, at demokraturin Mary Peltola innur valið.

Somu meting hevur amerikanska tíðindastovan Associated Press (AP) og miðilin NBC News, skrivar Ritzau. 99 prosent av atkvøðunum eru nú upptaldar, og Peltola stendur til at fáa 50,1 prosent, meðan republikanarin Dan S. Sullivan stendur til at fáa 45,8 prossent.

Peltola tekur harvið sessin í senatinum frá Dan S. Sullivan, ið hevur sitið í tvey valskeið.

Við sigrinum hjá Peltola økja demokratarnir um meirilutan í senatinum. Við úrslitinum í Alaska er greitt, at demokratarnir fáa 56 sessir, meðan republikanararnir fáa 44.

Undan miðskeiðisvalinum høvdu republikanararnir meiriluta við 53 sessum í senatinum. Demokratarnir hava sostatt vunnið níggju pláss frá republikanarunum, og hetta er størsti demokratiski valsigurin síðan 1958.

Mary Peltola hevur í dagføring á X í morgun takkað veljarunum í statinum.

- Sum persónur frá Alaska, ið hevur sett sær fyri at tæna okkara stati, er tað ongin størri heiður enn at hava stuðul frá fólkinum í Alaska í okkara stríði móti grammleikanum hjá fyritøkunum, lægri kostnaði og at seta Alaska fremst, skrivar hon.

- Takk Alaska. Latið okkum koma í gongd við arbeiðinum.

Í Alaska eru fleiri fjarskotnar bygdir, og hetta er orsøkin til at uppteljingin hevur drigið út. Valið í Alaska hevði eisini avbjóðingar av, at eitt uttanflokka valevni hevði – næstan – sama navn sum republikanska valevnið, og at tað tí vóru skuldsetingar móti demokratunum um, at tey royndu at gera valið truplari fyri sitandi senatorin, Dan S. Sullivan.

Á miðskeiðisvalinum hevur Alaska eisini fingið ein demokratiskan guvernør fyri fyrstu ferð síðan 1988.

Jonathan Kreiss-Tomkins eitur nývaldi guvernørurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder