Demokratia hevur sett sær fyri at fáa valt fleiri kvinnur inn í nýggju bygda- og býráðini, sum skulu veljast í november.
- Eitt fjølbroytt politiskt landsslag hevur avgerandi týdning fyri, hvørjar avgerðir verða tiknar, og hvussu tær verða tiknar. Eitt fjølbroytt politiskt landslag hevur eisini týdning fyri, hvørjar raðfestingar verða gjørdar í kommununi.
- Tíðin er farin frá at spyrja, um tað hevur týdning at fáa fleiri kvinnur inn í kommunurnar, til at siga: sjálvandi hevur tað týdning. Vit hava brúk fyri ymisleika til at taka skilagóðar og umboðandi avgerðir, sigur Demokratia, sum fer undir eina lýsingaherferð at fáa fáa fleiri kvinnur at stilla upp.
Kommunuvalið verður 10. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald