Innanlands

Demokratia vísir á kvinnurnar sum bjóða seg fram til fólkatingsvalið

Standa kvinnuligu valevnini seg væl, kann tað flyta samfelagið fram á leið, sigur Demokratia

(Mynd: Demokratia)

(Mynd: Demokratia)

2022-10-28 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

60 fólk bjóða seg fram til fólkatingsvalið mánadagin 31. oktober. 24 av teimum eru kvinnur, og Demokratia ger nú vart við tær.

- Óansæð hvønn týdning fólkatingsvalið hevur fyri teg, so kann valið undir øllum umstøðum hava stóran týdning fyri okkara fólkaræði og fyri javnstøðuna. Standa kvinnuligu valevnini seg væl, kann tað flyta samfelagið fram á leið, sigur Demokratia.

Higartil er bara ein kvinna vald beinleiðis inn á fólkating. Og til seinasta fólkatingsval fingu kvinnur bara fimtu hvørja atkvøðu.

- Ger tær tann ómak at lesa um førleikarnar, hugsjónirnar og hjartamálini hjá teimum kvinnunum, sum stilla upp, sigur Demokratia.

Her fært tú fult yvirlit yvir allar kvinnurnar, sum bjóða seg fram til fólkatingsvalið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder