Uttanlands

Demokratiska Lýðveldið Kongo: Flogfar við 18 fólkum umborð dottið niður

Øll ferðafólkini hava latið lív, umframt fleiri íbúgvar í økinum, har flogfarið datt niður

Dornier 228-200 flogfar hjá Busy Bee (Mynd: Reuters)

Dornier 228-200 flogfar hjá Busy Bee (Mynd: Reuters)

2019-11-24 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt minni flogfar við 18 fólkum umborð datt í dag niður í Goma í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

Sambært eygnavitnum, datt flogfarið niður stutt eftir, at tað var farið á flog. Flogfarið var av slagnum Dornier-228 og var ávegis til Beni, sum liggur 350 km norðanfyri Goma.

Flogfarið datt niður í eini hús í einum tættbygdum øki, og fleiri íbúgvar lótu eisini lív.

Sambært Ritzau vóru í minsta lagi 16 ferðafólk umborð á flogfarinum umframt manningin, sum taldi tvey fólk. Bjargingarfólk hava funnið 18 lík í flogfarinum. Eitt egnavitni sigur tó, at tvey fólk vórðu bjargað, áðrenn flogfarið brast.

Flogfarið var ogn hjá nýggja flogfelagnum Busy Bee. Sambært BBC er ógreitt, hví flogfarið datt niður, men summar keldur siga, at flogfarið hevði trupulleikar við motorinum longu beint eftir, at tað var farið á flog.

Tað er ikki óvanligt, at flogfør detta niður í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Trygdarkrøvini í landinum eru vánalig, og flogførini verða heldur ikki ordiliga viðlíkahildin. Flogfør, sum eru harfrá, hava tí heldur ikki loyvi at flúgva í ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder