Uttanlands

Demokratur endurvann guvernørvalið í New Jersey

Men í Virginia tapti demokratiski guvernørurin móti republikanska avbjóðaranum

Phil Murphy, guvernørur í New Jersey (Mynd: EPA)

Phil Murphy, guvernørur í New Jersey (Mynd: EPA)

2021-11-04 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokraturin Philip Murphy fær enn eitt valskeið sum guvernørur í amerikanska statinum New Jersey eftir ein tepran sigur á republikanska avbjóðaðan, Jack Ciattarelli.

AP tíðindastovan skrivar, at hóast endaliga úrslitið ikki er greitt enn, so hevur Murphy vunnið við 50,1 prosentum av atkvøðunum, meðan Ciattarelli hevur fingið 49,1 prosent.

Harvið eru bara umleið 20.000 atkvøður á muni av einum samlaðum veljaraskarða á 2,4 milliónir.

Meginparturin av atkvøðunum, sum enn ikki eru upptaldar, eru úr valdømum, har demokratarnir vanliga standa sterkir, skrivaði The New York Times í nátt.

Við sigrinum er 64 ára gamli Murphy fyrsti demokraturin í 44 ár, sum hevur eydnast at verða afturvaldur sum guvernørur í New Jersey.

Úrslitið av valinum í New Jersey kom dagin eftir, at tað eydnaðist republikanaranum Glenn Youngkin at vinna guvernørvalið í Virginia. Hann vann á verandi demokratiska guvernørinum, Terry McAuliffe. 

[object Object]
Glenn Youngkin, nýggi republikanski guvernørurin í Virginia (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder