Uttanlands

Demokratur vinnur í Georgia og tryggjar flokkinum meiriluta í Senatinum

Við stuðul frá tveimum uttanflokkaumboðum hava demokratar 51 umboð í Senatinum, meðan republikanarar hava 49

Raphael Warnock er afturvaldur í Senatið, og tryggjar hann harvið demokratunum meirilutan (Mynd: EPA)

Raphael Warnock er afturvaldur í Senatið, og tryggjar hann harvið demokratunum meirilutan (Mynd: EPA)

2022-12-07 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir umval hevur verið í amerikanska statinum Georgia, hava demokratar nú tryggjað sær meirilutan í Senatinum.

Við demokratinum Raphael Warnock, sum í gjár vann yvir helvtina av atkvøðunum, hava bæði demokratar og republikanarar 49 umboð í Senatinum. Tvey umboð eru uttanflokka, sum stuðla demokratunum, og harvið hava demokratar ein reellan meiriluta á 51 móti 49.

Seinastu tvey árini hava báðir flokkar havt 50 umboð, men demokratar hava í roynd og veru havt meirilutan við demokratiska varaforsetanum, Kamala Harris, sum hevur verið avgerandi atkvøðan, tá tað hevur staðið á jøvnum.

Tá tað er javnt millum flokkarnar í Senatinum, hevur varaforsetin havt avgerandi atkvøðuna, og sambært CNN hevur Kamala Harris verið noydd at atkvøða í Senatinum 26 ferðir seinastu tvey árini. 7. august varð upplýst, at tað tilsamans var komið fyri 294 ferðir, at ein amerikanskur varaforseti hevur atkvøtt í Senatinum.

Á miðskeiðisvalinum í Georgia 8. november fekk einki valevni meira enn helvtina av atkvøðunum, og tí var neyðugt við einum umvali.

Sambært AP hevur Raphael Warnock fingið 51,4 prosent av atkvøðunum, og er hann harvið afturvaldur í Senatið, meðan mótstøðumaður hansara, Herschel Walker hevur fingið 48,6 prosent.

Raphael Warnock hevur umboðað Georgia í Senatinum síðan januar 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder