
- Eg havi, í samráð við løgmann, tikið avgerð um at leggja frá mær sum landsstýrismaður. Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin er komin fram til, at eg havi handlað í heimildarloysi, tá ið eg í fjør gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Landsstýrismálanevndin sigur samstundis, at eg ikki havi
brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí eg havi handlað eftir ráðgeving frá aðalráðnum.
Dennis Holm staðfestir í skrivi tíðliga í kvøld, at hann ikki við vilja býtti svartkjaftakvotuna óheimilað. Tað var eftir ráðunum hjá aðalráðnum, vísir fráfarandi landsstýrismaðurin í fiski- og samferðslumálum á.
Sí eisini: Dennis Holm loystur úr starvi
Heldur enn at lata tað koma til eitt misálitsmál, ella at løgmaður koyrdi ein heilt trekan persón úr starvi, varð felags semja funnin um avgerðina í dag. Sambært Dennisi Holm skal hann sjálvur ikki verða við at skapa politisk rumbul og standa fyri týðandi málunum.
- Ein partur snýr seg um løgfrøði og ein partur snýr seg um politikk. Hóast øll, eisini landsstýrismálanevndin, eru samd um, at eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so eru okur, sum stjórnað landinum í hesum døgum, eisini samd um, at tað er ikki politiskt rumbul, sum tann næstan tíðin skal fara við, men heldur tey so sera týðandi málini, sum okur í felag arbeiða við. Mín persónur skal ikki standa í vegin fyri tí, sum okur hava sett okkum fyri at fremja, fólkinum at frama - og har eru jú fleiri stór týðandi mál ávegis, ikki minst á sjálvstýrisleið.
Nógv rundanum seg tosa um "órættvísi", men soleiðis eru spælireglurnar í politikki einaferð. Nú fer tjíðveldismaðurin at tinga at arbeiða fri at "flyta Føroyar framá.
Floksforkvinnan Sirið Stenberg skal fribils røkja málsøki, sum Dennis Holm stóð fyri frá desember 2022 til 27. februar 2025.
------------------------------------------------------------------------------------
Les alt skrivið hjá Dennisi Holm her:
Takk fyri møguleikan
Eg valdi at bjóða meg fram í landspolitikki í 2022, tí eg helt meg hava nakað at taka við til borðið, til tað, sum okur øll stríðast fyri, nevniliga at flyta Føroya framá.
Aftaná nakrar fáar vikur av valstríði og síðani av samgongutelvingum, endaði eg í Fiskvinnu- og Samferðslumálaráðnum. Tað hevur verið mær ein ótrúliga spennandi og mennandi tíð, og eg fegnist um møguleikan at flyta Føroyar framá, saman við so dugnaligum fólkum - ikki minst í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.
Nú er tann tíðin komin at enda.
Eg havi, í samráð við løgmann, tikið avgerð um at leggja frá mær sum landsstýrismaður.
Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin er komin fram til, at eg havi handlað í heimildarloysi, tá ið eg í fjør gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Landsstýrismálanevndin sigur samstundis, at eg ikki havi brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí eg havi handlað eftir ráðgeving frá aðalráðnum.
Rundanum meg tosa nógv um, at tað er órættvíst, at tú kanst verða noyddur at leggja frá tær, tá ið tú hevur handlað eftir bestu sannføring og ráðgeving. Men eg havi vitað frá fyrsta degi, at soleiðis eru spælireglurnar í politikki.
Ein partur snýr seg um løgfrøði og ein partur snýr seg um politikk. Hóast øll, eisini landsstýrismálanevndin, eru samd um, at eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so eru okur, sum stjórna landinum í hesum døgum, eisini samd um, at tað er ikki politiskt rumbul, sum tann næstan tíðin skal fara við, men heldur tey so sera týðandi málini, sum okur í felag arbeiða við.
Mín persónur skal ikki standa í vegin fyri tí, sum okur hava sett okkum fyri at fremja, fólkinum at frama - og har eru jú fleiri stór týðandi mál ávegis, ikki minst á sjálvstýrisleið.
Tað er jú hóast alt tann eg eri innast inni og orsøkin til eg valdi at bjóða meg fram - tí eg trúgvi upp á, at okkara politikkur flytur Føroyar framá. Og tað fari eg nú at vera við til at gera í Løgtinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald