
Vit eiga at taka stig til at byggja eitt næmingaheim við Heilsuskúlan í Suðuroy.
Tað heldur Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt landsstýrismannin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen um hann ætlar at taka stig til hetta.
– Tað er stórur tørvur á at fáa fleiri at útbúgva seg innan heilsu-og vælferðarøkið; útbúgvingar, sum verða bodnar út á Heilsuskúla Føroya við Skúladepilin í Suðuroy, sigur Dennis Holm.
Hann vísir á, at mælt varð til at byggja eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy í 2011, tá ein arbeiðsbólkur varð settur at meta um, hvussu skúladepilin betur kundi gagnnýtast.
Eisini vísir Dennis Holm á á, at eitt uppskot um løn undir útbúgving longu hevur økt um umsøkjaratalið, og hevði eitt næmingaheim fingið fleiri at valt Heilsuskúlan.
Sambært Undirvísingarstýrinum komu 45 umsóknir inn á Heilsuskúlan í ár, og tað er ein trýfalding í mun til í fjør, tá talið var 15.
Les eisini: 24 færri umsóknir til miðnámsútbúgvingar
– Ávirkanin av uppskotinum um løn undir útbúgving er longu sjónlig við metstórum umsøkjaratalitil heilsurøktaraútbúgvingina, tá umsóknarfreistin var farin 15. mars. Spurningurin er so, um landsstýrismaðurin ætlar at fáa skipað umstøðurnar enn betur og taka stig til, at tilmælið um at byggja eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya verður ført út í lívið, soleiðis at enn fleiri velja at fara á Heilsuskúlan, sigur Dennis Holm í viðmerking til fyrispurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald