Dennis Thomas, sum í 1960unum var við til at stovna bólkin Kool & the Gang, andaðist leygardagin, 70 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Tað var bólkurin sjálvur, sum boðaði frá andlátinum á sosialu miðlunum.
– Thomas, ein elskaður maður, pápi og stovnari av Kool & the Gang, svav stillisliga inn í New Jersey, 70 ára gamal, skrivar bólkurin m.a. á Facebook.
Kool & the Gang varð stovnaður í New Jersey í 1964 undir navninum Jazziacs av brøðrunum Robert og Ronald Bell saman við vinmonnunum Dennis Thomas, Robert Mickens, Charles Smith, George Brown, og Ricky Westfield. Bólkurin gjørdist heimskendur í 1970unum. Tey eiga hittløg sum "Get down on it", "Jungle Boogie", "Celebration", og "Ladies' Night".
Dennis Thomas spældi m.a. saksofon, floytu, og slagljóðføri í bólkinum. Seinasta framførsla hansara við Kool & the Gang var 4. juli í Los Angeles.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald