Innanlands

Dentur lagdur á læring og ADHD-viðurkenningini handað

Øll læra IKKI líka er ársins evni á ADHD-tilvitanarmánaðinum. Á almennum tiltakið í Reinsarínum týskvøldið verður spurningurin "Hvussu læra vit best" reistur

Ókeypis tiltakið verður týskvøldið 22.oktober klokkan 19 í Reinsaríinum

Ókeypis tiltakið verður týskvøldið 22.oktober klokkan 19 í Reinsaríinum

2024-10-18 18:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á tiltaki í Reinsaríinum týskvøldið reisa vit spurningin "Hvussu læra vit best"

Til at nærkast einum svarið hava vit sett saman eina spennandi og fjølbroytta skrá saman.

Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum fer at lýsa avbjóðingarnar limirnir í felagnum hava av hesum. Síðan kemur 20 ára gamla Fríða, sum hóast nógva skúlafráveru í fólkaskúlanum, megnaði at fáa eitt sera flott studentaprógv.  

Nýggj spennandi granskingarverkætlan í Co-teaching er farin av bakkastokki á Setrinum, hettar koma tríggir granskarar at leggja fram um.

Forkvinnan í Orðblindalærarafelagnum kemur at tosa um føroyskar hjálparappir, og ADHD vegleiðarin Maybritt við Strond kemur at taka saman um og vísa á týdningin av fakliga sjálvsálitinum.

[object Object][object Object]

Eisini verður handan av ADHD-viðurkenningini 2024 og umboð frá Team Rynkeby Føroyar, sum hevur stuðlað ADHD felagnum við 150.000 krónum kemur at siga nøkur orð.

Ókeypis tiltakið verður týskvøldið 22.oktober klokkan 19 í Reinsaríinum. Tiltakið verður stroymt og goymt í savninum á heimasíðuni adhd.fo

ADHD Felagið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder