Uttanlands

Derek Chauvin fekk 22 og eitt hálvt ár

Í gjár varð revsingin hjá fyrrverandi løgreglumanninum ásett – Hann er dømdur fyri at hava dripið George Floyd undir einari handtøku í Minneapolis í fjør

Derek Chauvin fekk 22 og eitt hálvt ár (Mynd: Reuters)

Derek Chauvin fekk 22 og eitt hálvt ár (Mynd: Reuters)

2021-06-26 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi løgreglumaðurin, Derek Chauvin, sum í apríl varð funnin sekur í at hava dripið litta mannin George Floyd, hevur fingið 22 og eitt hálvt ára fongsulsrevsing.

Tað er greitt, eftir at revsingin varð kunngjørd í gjár á rættarfundi í Hennepin County í Minneapolis í amerikanska statinum Minnesota.

Derek Chauvin hevur tó longu sitið inni í 199 dagar, meðan hann bíðaði eftir dóminum, og sostatt kunnu teir trekkjast frá.

Ákærumyndugleikin vildi hava 30 ára fongsulsrevsing til Derek Chauvin, men fleiri løgfrøðingar høvdu, sambært lokala miðlinum StarTribune, gitt, at hann fór at fáa millum 20 og 25 ár, og tað vísti seg, sum kunnugt, at verða rætt.

Áðrenn revsingin varð kunngjørd, segði dómarin, at hann hevði samkenslu við familjuni hjá George Floyd, og undirstrikaði hann, at revsingin ikki varð bygd á meiningina hjá almenninginum.

Eisini Derek Chauvin sjálvur tók orðið. Hann segði, at hann eisini hevði samkenslu við familjuni hjá George Floyd, og at har fór at vera kunning í framtíðini, sum hevði teirra áhuga.

– Eg vóni, at tað kann geva tykkum eitt sindur av frið í sálina, segði hann sambært Ritzau.

Derek Chauvin er 45 ár, og um hann endar við at sita allan dómin, verður hann yvir 65 ár, tá hann sleppur út aftur.

Tað var 25. mai í fjør, at 46 ára gamli George Floyd lat lív undir einari handtøku. Eitt handilsfólk hevði meldað hann fyri at hava goldið fyri vørur við einum falskum 20-dollaraseðli, og undir handtøkuni trýsti Derek Chauvin knæið niður á hálsin á Geroge Floyd í yvir níggju minuttir. George Floyd segði ferð eftir ferð, at hann ikki fekk andað, áðrenn hann seinni misti vitið.

Hendingin varð tikin upp á video, og upptøkurnar ferðaðust um allan heimin, og elvdi hetta til stór mótmæli í USA og seinni eisini í restina av heiminum.

Trý onnur løgreglufólk luttóku eisini í handtøkuni av George Floyd, men rættarmálið hjá teimum verður seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder