Í dag, nýggjársdag, varð suðurafrikanski erkibiskupurin, Desmond Tutu kórsettur í St. George's Cathedral í Cape Town.
Desmond Tutu andaðist 26. desember 2021, 90 ára gamal.
Hann gjørdist kendur fyri síni friðarligu mótmæli móti apartheidsstýrinum, og í 1984 fekk hann friðarheiðursløn Nobels fyri sítt arbeiði. Í 1986 gjørdist hann eisini fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika. Í fleiri áratíggju varð Desmond Tutu eisini róptur "samvitskan hjá Suðurafrika".
Kistan hjá erkibiskupinum varð borin inn í dómkirkjuna hósdagin, so fólk í tveir dagar høvdu møguleika at siga eitt seinasta farvæl.
Kórsetingin í dag varð fyriskipað eftir ynskinum hjá Desmond Tutu um eitt niðurtónað minningarhald. Bert uml. 100 fólk luttóku í dómkirkjuni, meðan tað eisini bar til at fylgja við umvegis netið, skrivar Ritzau.
Høvuðsrøðari var Cyril Ramaphosa, forseti í Suðurafrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald