Det Ferösche Compagnie hevur fingið játtað 500.000 krónur frá Bikubefonden undir puljuni Dialog: Koncept: Udvikling.
Bikubenfonden hevur valt at stuðla DFC við tí endamáli at styrkja bólkin í sínari framhaldandi menning. Tað verður m.a. gjørt við at fara undir eina tilgongd við fokus á strategi, organisatión og professionalisering.
DFC setir sostatt skjøtil á eina spennandi menningartilgongd, har endamálið er at víðka um virksemið uttanlanda og finna samstarvspartnarar, sum kann menna DFC listaliga og verða føroysku leiklistini at gagni. Eisini er ambitiónin at tilbúgva bólkin, so DFC kann hava eitt støðugt virksemi.
Altjóða palllistafestivalar og sjónleikahús hava víst áhuga í bólkinum. Eitt nú hevur Lykkenborg (Castle of Joy) verið spældur á The Barbican í London fyrr í ár, har leikurin var sera væl móttikin.
Det Ferösche Compagnie bleiv stovnað í 2010 og hevur framleitt átta leikverk, og fleiri afturat eru i stoypiskeiðini. Umframt at hava spælt í Føroyum, hava fleiri av leikunum verið sýndir í Danmark, Norra, Írlandi, Columbia og London. Og nú tá Bikubenfonden hevur játtað 500.000kr í stuðuli til bólkin, kann DFC staðfesta, at tað veruliga er áhugi í føroyskari leiklist, og at DFC hevur menningarmøguleikar til at blíva ein altjóða palllistabólkur við fundamenti í Føroyum – bæði listaliga og fysiskt.
Í Det Ferösche Compagnie eru tey sera errin og takksom um hesa viðurkenning frá Bikubefonden og gleða seg til at fara undir hesa tilgongdina og sostatt skapa fleiri viðkomandi og slóðbrótandi leikir her heima og úti í heim - og fáa heimin til Føroyar.
Kjarnulimirnir í Det Ferösche Compagnie eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Jens L. Thomsen, Durita Sumberg, Dánjal á Neystabø, Sámal Blak, og Kjartan Hansen.
Det Ferösche Compagnie
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald