Mentan

Deyðans drotning: Steintór Rasmussen við nýggjum lagi

Deyðans drotning er ein tíðarmynd, eitt tónlistarligt ískoyti uppá 4 minuttir. Lagið er innspælt í Mike Studio í Klaksvík í teimum seinastu koronadøgunum í apríl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-02 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey serkønu koma við góðum ráðum. Politikarar siga, hvat fólkið skal gera. Landið liggur í andaleypi. Heimurin er broyttur. Alt skyldast einari sótt. Korona.

Í hesum sambandi hevur Steintór Rasmussen givið út nýtt lag um núveradi støðuna.

– Deyðans drotning er ein tíðarmynd. Eitt tónlistarligt ískoyti uppá 4 minuttir.

Steintór Rasmussen hevur skrivað orð og lag, og lagið er innspælt í Mike Studio í Klaksvík í teimum seinastu koronadøgunum í apríl.

Til ber at hoyra lagið omanfyri.

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Røddir: Rakul Ró Steintórsdóttir og Karl Martin Samuelsen
Harmonika: Heri Schwartz Jacobsen
Tangentar: Ingi Isaksen
Øll onnur ljóðføri: Mikkjal Hvannastein
Upptøkur og ljóðbland: Mikkjal Hvannastein
Video, klipt og sett saman: Mikkjal Hvannastein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder