Uttanlands

Deyðilig virus-sjúka herjar í kinesiskum býi

Minnir um herviligu Sars-sjúkuna, men enn er ikki staðfest um hon smittar millum fólk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-20 07:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsumyndugleikarnir í kinesiska býnum Wuhan hava um vikuskiftið skrásett 136 nýggj tilburðir av eini virussjúku, sum minnir um Sars. Higartil eru tvey fólk deyð av sjúkuni.

Eisini í tveimum øðrum landslutum er sjúkan staðfest. Í einum føri í Guandong og í tveimum førum í høvuðsstaðnum, Beijing.

Enn er óvist hvaðani virusið stavar, men hildið verður, at tað hevur sín uppruna frá einum fiskamarknaði í Wihan.

Virussjúkan er eisini staðfest í tveimum førum í Teilandi og einum føri í Japan. Í báðum førum er talan um fólk, sum hava verið í Wuhan, sambært heilsumyndugleikunum har.

Nýggja virusið er ein corona-virus, og verður hildin at vera í ætt við virusið Sars, sum var orsøk til at fleiri hundrað fólk lótu lív í Kina og Hongkong í 2002 og 2003.

Enn hava kinesisku myndugleikarnir ikki funnið prógv fyri, at sjúkan smittar millum fólk, men hetta kann ikki avvísast, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder