Skógareldarnir á Maui hava nú kravt í minsta lagi 89 mannalív, upplýstu myndugleikarnir á Hawaii í nátt.
Sostatt er talan um deyðiligasta skógareldin í USA í yvir 100 ár, skrivar Reuters.
Ikki síðan skógareldar í statunum Wisconsin og Minnesota kravdu 453 mannalív í 1918, hevur deyðstalið verið so høgt. Higartil deyðiligasti skógareldurin í hesari øldini var eldurin í býnum Paradise í Kalifornia í 2018, sum kravdi 85 mannalív.
Guvernørurin á Hawaii, Josh Green, hevur fleiri ferðir ávarað um, at deyðstalið framvegis kann vaksa, tí bjargingarfólk finna framvegis lík í húsaleivdunum.
Býurin Lahaina brendi í grund, og verður mett, at tað fer at kosta 5,5 milliardir dollarar - uml. 37,2 milliardir krónur - at byggja hann upp aftur.
Borgarar á Maui eru ónøgd við handfaringina hjá myndugleikunum av støðuni og siga m.a., at tey ikki vórðu ávarað um eldin, áðrenn hann stóð fyri durunum, og leygardagin boðaði ríkisákærin á Hawaii frá, at ein kanning skuldi gerast av handfaringini hjá myndugleikunum av støðuni, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald