Uttanlands

Deyðstalið á Bahamas komið upp á 43

Hundraðtals fólk eru framvegis saknað, og myndugleikarnir vænta, at veruliga deyðstalið eftir ódnini Dorian er munandi hægri enn 43

Great Abaco, Bahamas (Mynd: EPA)

Great Abaco, Bahamas (Mynd: EPA)

2019-09-07 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Deyðstalið á Bahamas, eftir at ódnin Dorian herjaði oyggjalandið í tvey samdøgur, er nú komið upp á 43. Eisini vænta myndugleikarnir, at deyðstalið fer at økjast munandi, skrivar DR.

- 43 er almenna talið, men nógv eru enn saknað, og tað fer væntandi at økjast munandi, sigur talsfólk hjá forsetisráðharranum, Hubert Minnis.

Tá ódnin rakti oyggjarnar Grand Bahama og Abaco sunnudagin, var ódnin flokkað í kategori 5, og ódnin hevur sett síni spor. Fleiri bygningar vórðu javnaðir við jørðina av ódnini.

Sambært ST, hava fleiri enn 70.000 fólk, øll fólkini á Grand Bahama og Abaco, tørv á neyðhjálp.

AFP skrivar, at hundraðtals fólk eru saknað, og fleiri felagsskapir, lond og fyritøkur hava nú tikið stig til at koma fólkunum á Bahamas til hjálpar.

Dorian hevur eisini herjað í USA, og har hava í minsta lagi fýra fólk latið lív orsakað av ódnini.

Sambært CBS News væntast ódnin at flyta seg burtur frá USA og víðari til Kanada seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder