Uttanlands

Deyðstalið farið uppum 24.000

Í Turkalandi eru yvir 20.000 deyð og yvir 80.000 særd – Bjargingararbeiðið heldur fram, og seinasta samdøgrið eru fleiri bjargað úr húsaleivdunum

Hatay, Turkaland (Mynd: EPA)

Hatay, Turkaland (Mynd: EPA)

2023-02-11 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtanum, sum rakti Turkaland og Sýria náttina til mánadagin, er nú farið uppum 24.000.

20.665 fólk eru deyð í Turkalandi, meðan yvir 80.000 eru særd. Í Sýria eru 3.553 deyð, meðan 5.200 eru særd, skrivar Ritzau.

90.000 fólk eru flutt burtur frá rakta økinum í Turkalandi, og uml. 166.000 bjargingarfólk og sjálvboðin halda fram við bjargingararbeiðnum.

Mett verður, at fleiri enn 12.000 bygningar annaðhvørt eru rapaðar ella hava fingið so stóran skaða, at tað ikki ber til at umvæla teir.

Framvegis eru fólk, sum verða funnin livandi millum leivdirnar. Seinasta samdøgrið hava bjargingarfólk funnið m.a. tvær kvinnur og eina tannáringagentu.

Kvinnurnar vórðu ávikavíst 70 og 55 ára gamlar, meðan gentan var 15 ár. Tær hava ligið í húsaleivdunum í yvir 122 tímar, skrivar DR.

Nógvir turkar halda, at hjálpin í sambandi við jarðskjálvtanum er komin ov seint, og at hon ikki hevur verið nøktandi. Val verður í Turkalandi 14. mai, og verður handfaringin av jarðskjálvtanum mett avgerandi fyri møguleikanum hjá Erdogan forseta at verða afturvaldur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder