Vatnflóðin í Týsklandi hevur nú kravt 156 mannalív, og í grannalandinum Belgia, sum eisini er rakt, er talið á deyðum nú komið upp á 27, og sostatt er samlaða talið í løtuni 183.
Týsku statirnir Rheinland-Pfalz og Nordrhein-Westfalen eru harðast rakt av nógva avfallinum, sum hevur plágað landið seinastu dagarnar. Sambært týskum miðlum er talan um grovasta ælið í mannaminni.
Í morgun var talið á deyðum í Rheinland-Pfalz økt úr 98 upp í 110, og løgreglan í statinum heldur, at talið framhaldandi fer at økjast.
670 persónar eru eisini særdir í statinum, og enn eru fleiri, sum ikki eru komin afturíaftur, skrivar Ritzau.
Umframt Týskland og Belgia, eru Holland, Sveis, Luksemborg, og Eysturríki eisini rakt av vatnflóð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald