2019-12-01 19:21
Løgreglan fekk leygardagin 30. november fráboðan um, at ein deyður persónur var funnin í Skriðudali á Kunoynni. Sambært fráboðaranum hevur tann deyði persónurin ligið har leingi.
Sum umstøðurnar eru í sambandið við tann funna persónin, ber ikki til at eyðmerkja hann.
Arbeiðið hjá løgregluni er nú at fáa greiðu á umstøðunum á staðnum, og at staðfesta, hvør tann deyði er.
Løgreglan kann í løtuni ikki siga nakað nærri um málið og væntar ikki at hava nakað nýtt í málinum komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald