Innanlands

Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar 4. mars

Tað hevur verið útsett nakrar ferðir, men nú eru øll viðurskifti komin uppá pláss, soleiðis at til ber at fara í gongd skjótt. Hetta vissar Heilsumálaráðið nú um

- Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar hmmr.fo. Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum

- Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar hmmr.fo. Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum

2024-02-22 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skuldi byrja síðsta summar, men so varð ikki. Tað varð síðani sagt fyrr í vetur, men tað gjørdist eisini av ongum vegna serliga lønarviðurskifti. Tíðliga í ár fingu tey, ið hava tørv á dialysu, at vita, at fyrst í februar fór at verða klárt.

Nú er endaliga greitt, at dialysuviðgerin á Suðuroyar Sjúkrahúsi byrjar mánadagin 4. mars. Hesum boðar Heilsumálaráðið í øllum førum frá í skrivi á heimasíðuni í dag.

- Eg eri fegin um, at tað nú er greitt, nær dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar. Hetta hevur stóran týdning fyri teir borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð í Suðuroy.

Soleiðis sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna, við hmr.fo. Tað er leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið, sum hevur staðfest at til ber at byrja um hálva aðru viku.

[object Object]
Margit Stóra (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað hevur verið stríggið hjá Heilsuverkinum at fingið uppá pláss, og tað hevur verið stríggið fyri borgarar, ið tørva viðgerð, og fyri familjur teirra.

Nú vissar Heilsumálaráðið um, at øll viðurskifti nú eru komin uppá pláss, soleiðis at virksemið kann byrja 4. mars.

- Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Sambært tí sum hevur verið frammí í Degi & Viku, eru tað í løtuni eru tað tríggir suðuroyingar, sum hava tørv á dialysu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder