Mentan

Dimma fær í posa og sekk

Dimmalætting fær nógv tann størsta miðlastuðulin í hesum umfarinum. Heilar 667.000 krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-22 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú vit nærkast ólavsøku kemur miðlastuðulsnevndin sum ketta úr høvdatroði við verkætlanarstuðli til tað, sum er eftir av árinum.

Tilsamans 56 umsóknir komu inn og trettan teirra vóru játtaðar.

Nógv tann størsti avtakarin á hesum sinni er Dimmalætting, sum hevur fingið játtan til sjey verkætlanir. Tann størsta av teimum er upp á heilar 242.903,85 krónur, sum er lítið minni enn stuðulin sum Sosialurin fær tilsamans.

Sosialurin hevur fingið játtað stuðul til fýra verkætlanir og fær 283.420 krónur úr landskassanum í verkætlanarstuðli.

Knassar, sum rekur Portal.fo og miðlarnir undir Portalinum, hevur fingið játtan til eina verkætlan upp á 70.000 krónur.

FM1 hevur fingið minst í stuðli. Tað bleiv til eina verkætlan upp á 60.000 krónur.

Tær flestu av verkætlanunum byrja komandi hálvár. Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður goldin, tá ið verkætlanin byrjar. Hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug, sigur Mentamálaráðið.

Av játtanini á 1,4 mió. krónur, sum eru settar av til verkætlanarstuðul, verður beint undir 1,1 mió. krónur brúkt til tær 13 umsóknirnar. Góðar 300.000 krónur eru eftir á verkætlanarstuðulsjáttanini fyri 2022. Hesar vera veittar út eftir nýtt stuðulsumfar í heyst.

Umframt játtan á 1,4 mió. kr. til verkætlanarstuðul eru framvegis 600.000 kr., ið verða latnar sum rakstrarstuðul, grundað á lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár. Umsóknir til henda partin verða eisini viðgjørdar í heyst.

VP og Norðlýsið, sum annars hava fingið miðlastuðul seinastu árini, hava ikki fingið verkætlanar stuðul hesaferð.

Upphæddir tilsamans

Dimmalætting kr. 667.223,26
Sosialurin kr. 283.420,- 
Knassar / Portal.fo kr. 70.000,-
FM1 kr. 60.000,-

Hesar verkætlanir fingu stuðul hesaferð

Heitið

Miðil

Upphædd

Aktuelt

Dimmalætting

79.779,40 kr.

Aling fyri havnafólk

Dimmalætting

74.761,54 kr.

Fiskur fyri havnafólk

Dimmalætting

74.761,54 kr.

Knarrið

Dimmalætting

242.903,85 kr.

Ung listafólk

Dimmalætting

70.915,40 kr.

Uttanfyri sitat

Dimmalætting

44.322,13 kr.

Vísund

Dimmalætting

79.779,40 kr.

Prestar og kirkjur

FM1

60.000,00 kr.

Politiskt tilfar

Knassar

70.000,00 kr.

Sjónvarp á netinum

Sosialurin

49.920,00 kr.

Skapanarverk

Sosialurin

76.000,00 kr.

Tilflytarar

Sosialurin

60.000,00 kr.

Ummæli

Sosialurin

97.500,00 kr.

Tilsamans

 

1.080.643,26 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder