Innanlands

Dimmalætting: Byggifeilur kann kosta útvið 100 milliónir

Fleiri av akkersboltunum sum skulu tryggja at kaikanturin ikki skrædnar, tykjast ikki at halda. Kann gerast ein stór eykarokning

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2019-12-20 11:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein partur av nýggju havnini í høvuðsstaðnum skuldi eftir ætlan takast í nýtslu 22. oktober, men enn stendur kaiin tóm. Orsøkin er byggifeilur, og hann fer at kosta út við 100 milliónir krónur.

Tað skrivar Dimmalætting í blaðnum í dag.

Talan er um akkersboltar, sum skulu tryggja at kaikanturin ikki skrædnar út frá, og teir tykjast ikki at halda. Fleiri eru slitnaðir, og sannlíkt er, at øll grótfyllan 300 metrar fram við innasta kaikantinum, tilsamans 72.000 rúmmetrar, má takast afturaftur.

Dimmalætting hevur tosað við vælvitandi keldur, sum siga, at rokningin fer at liggja ímillum 80 og 100 milliónir krónur.

Tórshavnar Havn hevur eina trygging móti slíkum, og sannlíkt er tí at eingin av pørtunum sum eru knýttir at útbyggingini hanga upp á eykarokningina.

Teir tríggir partarnir eru Tórshavnar Havn, LBF og J&K Petersen.

Greinin í Dimmalætting kann lesast her (Fyri haldarar). Dimmalætting fast eisini í sølubúðunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder