Dimmalætting stendur framman fyri broytingum. Tað sæst á lýsingini, sum blaðið hevur sent út har søkt verður eftir nýggjum blaðstjóra.
Síðan Georg L. Petersen gavst sum ábyrgdarblaðstjóri fyri at byrja sum tíðindamaður á Kringvarpi Føroya, hevur Leif Láadal annars verið settur blaðstjóri á blaðnum, sum kemur út eina ferð um vikuna.
Hetta er óivað fyrstu ferð, at blaðið fer út í almenningin at leita eftir blaðstjóra. Blaðstjórarnir, sum higartil hava sitið í starvinum eru allir funnir innanhýsis, ella eru ’headhuntaðir’ uttan at fara alment út at søkja.
Sambært lýsingini standa broytingar fyri framman á Dimmalætting. ”Ábyrgdarblaðstjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið. Ein av fyrstu uppgávum stjórans verður at skipa redaktionella partin av stovninum av nýggjum í samráði við starvsfólkini”, stendur millum annað at lesa í lýsingini eftir nýggjum blaðstjóra.
Dimmalætting er tað føroyska blaðið, sum er komið út í longst tíðarskeið. Tað byrjaði í 1878 og kom út javnan fram til 2013, tá felagið, sum gav blaðið út, fór á húsagang. Árið eftir kom blaðið út við nýggjum eigarum.
Sambært Wikipedia hava hesi verið blaðstjórar á Dimmalætting hesi seinastu 100 árini:
Poul Niclasen (1918-1936)
Georg L. Samuelsen (1936-1981)
Benny Samuelsen (1981-1995)
Beate L. Samuelsen (1995-2001)
Georg L. Petersen (1995-2002)
Ingi Samuelsen (2002-2007)
Árni Gregersen (2007-2013)
Sveinur Tróndarson (2014-2015)
Georg L. Petersen (2015-2019)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald