Bæði Estland og Lettland hava biðið russisku sendiharrarnar í londunum um at fara heim. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Hetta hendi eftir at Russland boðaði frá, at landið nú niðurraðfestir diplomatiska sambandið við Estland og hevur skuldsett baltalandið fyri “totalt russofobi” – russaræðslu.
Samstundis bað Russland estiska sendiharran um at fara heim í næsta mánaði, og legði fram ætlanir fyri, at Russland og Estland framyvir skuldu umboðast av diplomatiskum sendifólkum av lægri tign.
Estland svaraði aftur við at biðja russiska sendiharran um at fara av landinum innan 7. februar.
Og í samkenslu við Estlandi, hevur grannalandið, Lettland, eisini biðið russiska sendifólki har um at fara heim innan 27. februar, skrivar dr.dk.
Estland og Lettland eru bæði limalond í Nato og hava trýst á fyri at fáa Týskland til at senda Leopard-stríðsvagnar til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald