Á Disney+, ið er stroymingartænastan hjá Disney, kemur ein ávaring, tá mann stroymar klassiskar filmar sum "Dumbo", "Aristocats", "Lady and the Tramp", "The Jungle Book" og "Peter Pan".
Ávarað verður um "mentanarligar stereotypir", og sambært Disney er sumt av innihaldinum beinleiðis rasistiskt, skrivar Ritzau.
Tá fólk fara inn á hesar filmar kemur hesin teksturin fram:
– Hendan sendingin inniheldur neiligar lýsingar og/ella viðferð av menniskjum ella mentanum, sum ikki kann góðtakast. Hesar stereotypir vóru skeivar tá og eru skeivar enn.
– Í staðin fyri at strika hetta innihaldið, ynskja vit at viðurkenna ta skaðiliga ávirkanina, tað hevur havt, at læra av tí og virka til frama fyri dialog, so vit kunnu skapa eina meira umfevnandi framtíð.
Sum dømi kann nevnast, at fílurin Dumbo í filminum av sama navni hittir nakrar krákur, sum syngja ein sang, sum minnir um eina framførslu úr einum amerikonskum "minstrel show", sum var eitt slag av undirhaldi, sum kom fram í 19. øld, har hvít fólk gjørdu gjøldur burturúr afroamerikanarum.
Oddamaðurin hjá krákunum eitur eisini Jim Crow, eitt navn, sum umfatar eina røð av rasistiskum lógum, sum vórðu galdandi í fleiri amerikonskum suðurstatum frá seint í 19. øld til 1965 í summum støðum.
Disney+ varð tøkt í USA í november 2019, og í dag er tað tøkt í nærum øllum Evropa.
Stroymingartænastan gjørdist tøk í Danmark 15. september, og áðrenn hetta varð boðað frá, at stroymingartænastan fór at gerast tøk í Danmark og í Grønlandi men ikki í Føroyum. Enn sæst Disney+ ikki í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald