Sjónleikaskúlin framførir Junglubókina, ið er sangleikur bygdur á skaldsøguna hjá Rudyard Kipling og teknifilmin hjá Disney.
Í Junglubókini hitta vit 10 ára gamla Mowgli og vinir hansara, skilagóði pantarin Bagheera og lívsglaðu bjørnina Baloo. Men tað eru ikki bara sangur og glaðir dagar, tí tikarin Shere Khan vil beina fyri Mowgli, og vinir hansara síggja ongan annan útveg enn at fáa Mowgli aftur til mannabýin. Á vegnum hittir Mowgli slanguna Kaa og apukongin Louie, ið hava aðrar ætlanir við Mowgli.
Leikurin snýr seg um vinalag, tað at gerast vaksin, og at tað bert er Mowgli sum kann avgera hvør framtíð hansara skal verða.
Leikurin varðar umleið ein tíma, vegleiðandi aldursmark er 5 ár og eldri
Fyrstu sýningarnar av Junlgubókini eru útseldar. Eyksasýningarnar fara til sølu mánadagin 15.apríl
Íalt eru 45 leikarar í aldursbólkinum 7 til 17 ár.
Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava týtt leikin til føroyskt. Guðrun Sólja Jacobsen er sanglærari. Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur eisini gjørt pallmyndina.
- Sjónleikaskúlin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald