Uttanlands

Disneyland í Shanghai stongt: Ein smittutilburður er orsøkin

Í gjár byrjaði Disneyland at vísa fólk burtur við inngondina, og tey 34.000, sum longu vóru inni, fingu boð um at lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey fóru út aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-01 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Disneyland-undirhaldsgarðurin í kinesiska býnum Shanghai er fyribils stongdur komandi dagarnar, eftir at ein persónur varð staðfestur smittaður við koronu eftir at hava vitjað staðið.

Gjøgnum meginpartinum av farsóttini hevur Kina sett strang tiltøk í verk, so skjótt eitt møguligt smittuútbrot varð fráboðað, og tí er Disneyland stongt mánadagin og týsdagin. Møguliga verður tó stongt longri enn hesar báðar dagarnar, tí enn er einki boðað frá um, nær ætlanin er at lata uppaftur.

Tað var sunnudagin, at Disneyland byrjaði at vísa fólk burtur við inngongdina, og umframt hetta skuldu øll, sum longu vóru komin inn, lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey fóru av staðnum aftur.

Nærum 34.000 vitjandi vórðu kannaði men øll vórðu staðfest negativ. Tey sleppa tó ikki til arbeiðis ella í skúla næstu tveir dagarnar, og skulu tey lata seg kanna enn einferð.

Seinastu vikurnar hevur talið á koronutilburðum verið vaksandi í Kina. Í dag boða myndugleikarnir frá 92 nýggjum tilburðum, sum er tað hægsta, landið hevur skrásett í eitt samdøgur síðan miðskeiðis í september, skrivar Ritzau.

Í februar skal kinesiski høvuðsstaðurin Beijing vera vertur fyri vetrar-OL, og tann størsta avbjóðingin í hesum sambandi er, sambært myndugleikunum, at fáa bilbugt við virusinum. Í løtuni eru seks milliónir fólk í Kina biðin um at halda seg heima, tey flestu í norðara parti av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder