Diversity 2019 byrjar mánadagin 7. oktobur.
Endamálið við Diversity-vikuni er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Tórshavnar kommunu og at styrkja millummentanarliga huglagið millum fólk, ið her búgva.
Vit gerast alsamt fleiri og mentanarliga fjølbroyttari í Tórshavnar kommunu, við tað at alsamt fleiri fólk uttan úr heimi leita sær veg til bý okkara og búsetast her. Við Diversity Week, vilja vit seta sjóneykuna á tað tilfeingi, ið tilflytarar okkara eru fyri býin og hyggja nærri at, hvat vit kunnu gera fyri at styrkja millummentanarliga huglagið í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðu sína.
Skráin fyri Diversity 2019 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald