
Heilsutrygd skrivar á heimasíðu sínari, at 1. apríl tekur Djóni S. Joensen við starvi sum kommunulækni í Vága læknadømi, og við hesum eru bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað
- Djóni S. Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2003 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann gjørdist serlækni i almennum medisini í 2011, tá hann eisini tók við starvi sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi. Hetta starvið hevur hann røkt síðan nú hann flytur til Vága læknadømi.
Djóni er búsitandi í Miðvági. Hann hevur millum annað eisini verið við A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti sum lækni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald