Innanlands

Djóradagar byrja í dag

Hóast verkfall er, byrjar árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag klokkan 14

2024-05-25 12:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast verkfall er, so verður árliga árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar hetta vikuskiftið.

Byrjað verður klokkan 14 í dag, og endað verður klokkan 18. Soleiðis verður eisini í morgin, sunnudagin.

Føroya Ríðingarfelag skrivar, at felagið hevur lagt nógv fyri, at verkfallið ávirkar sum minst.

– Sum vanligt so verður stór framsýning av djórum, kaffisøla við vaflum o.ø. ponyríðing, hoppiborgir o.a.. Ætlanin er at tyrlan skal vitja klokkan 15 í dag, so vit muga vóna, at tað klárnar so frægt, at teir finna um hálsin og inn í Havnardal.

Tiltakið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali, og vanliga vitja á 5-6000 fólk tiltakið.

– Men nú verður spennandi at síggja, hvussu nógv koma hesa ferð - Eitt jaligt er, um færri vitjandi eru, at so eru bíðirøðirnar tað styttri, so kanska er hetta júst lagaliga løtan at vitja Djóradagar, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder