Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, "Djóradagar", verður í ár 1. og 2. juni. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal, tá "Djóradagar" eru. Tá er høvi at vitja djórini, sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur djór, sum ikki eru at síggja har vanliga.
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu, og sum vant vera hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing, sum tað eisini verður rópt, er nakað, sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum verða, hetta er onkuntíð hent, um okkurt æl er, skrivar Ríðingarfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald