2022-08-18 11:57
- Eftir 28 ár sum partur av Djórahandlinum hevur Sune valt at bera stafettina víðari
Soleiðis skrivar Djórahandilin/akvariubúðin á Facebook-síðu sínari í samband við eigaraskifti.
Sune Berglind hevur leingi verið partur av virkseminum og hevur rikið Djórahandilin seinastu tíggju árini og stóð aftanfyri nógvar broytingar í 2013, tá millum annað nógv fleiri akvariir komu í handilin.
Tað er Hjørdis Fríða Gregersen úr Syrðugøtu, sum er nýggur eigari og skal reka Djórahandilin á Óðinshædd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald