Mentan

Djóralækni: Lat ikki hundin eta sjokulátu

Konfekt, jólakalendarar, karamellur - lat ikki hundin sleppa framat tí

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-23 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 "Gev ikki hundinum sjokulátu!"

Soleiðis ljóðar áheitanin frá einum donskum djóralækna á Facebook.

Okkum dámar væl at hugna okkum við góðgæti um jóltíðir. Vit gera konfekt, keypa stórar karamellueskjur og jólakalendarar við sjokulátu. Tí mugu vit ansa væl eftir hundum okkara um hesa tíð og tryggja okkum, at teir ikki sleppa framat sjokulátuni.

"Hundar tola ikki sjokulátu. Hon inniheldur evnið theobromin, sum er eitrandi fyri hundar. Hetta verður savnað í kroppinum og kann ávirka lívgøgnini. serliga er tað nervalagið, sum verður rakt, men eisini hjartað kann taka skaða," skrivar djóralæknin, Lise Rovsing, á Facebook.

Fær hundurin fatur á sjokulátu, er umráðandi at fara til djóralæknan, tí stórar mongdir kunnu drepa hundin.

Tí verður heitt á hundaeigarar um at tryggja sær, at hundurin ikki sleppur framat sjokulátuni.

Í Danmark hendir tað ofta, at hundaeigarar leita sær hjálp hjá djóralæknanum, tí at hundurin hevur etið sjokulátu og er vorðin illa fyri.

Serliga er tað myrk sjokuláta, sum er vandamikil. Um ein hundur, ið vigar 20 kilo etur 120 gram av myrkari sjokulátu, kann hann doyggja. Men fyri at gerast so sjúkur skal hundurin eta 10 ferðir so nógva ljósa sjokulátu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder