Innanlands

Djørv og rebelsk

Barbara Holm er ársins brita. Her eru grundgevingarnar

2025-03-09 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Barbara Holm varð í gjár kosin ársins Brita 2025. Tað var á árliga kvinnutiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglagfirði.

Á hvørjum ári verður dúgliga kjakast um orðið Brita. Og meiningarnar eru nógvar. Summi eru fyri, og onnur ímóti.

Sum fólkanavn merkir Brita: Hin Háborna. Tískil er eisini definitiónin av navnorðinum serstakliga væl hóskandi. Tann nýggja definitiónin av navnorðinum Brita er: Ein sterk og framsøkin kvinna, sum er djørv og stendur við sítt, og við síni virðir, siga fyriskipararnir.

Grundgevingin hjá dómsnevndini er hendan:

Ársins Brita er djørv og rebelsk.

Hon torir at taka átrokandi mál upp, hóast hon væl veit, at hetta kann hava avleiðingar við sær fyri tað einstaka menniskjað.

Tí fyri henni vigar atlitið til samfelagið tyngrið; at vera fleiri til gagns. Og júst hetta er ein treyt í hennara dagliga virki, sum hon hevur verið í tey seinastu 20 árini.

Ársins Brita hevur breiðan rygg og smæðist ikki fyri at seta álvarslig mál á breddan. Hon vil hava valdsharrarnar at taka ábyrgd. Og hon setur sjóneykuna á viðkvom og týðandi evni, sum ofta verða duld í lítla føroyska samfelagnum.

Í einum siðbundnum og mansdomineraðum samfelagi er prísurin fyri at tala at ágangi og mismuni vegna sítt kyn høgur.

Sum ágrýtin og uppleitandi tíðindakvinna eigur Ársins Brita ein stóran lut í, at hesar søgurnar, sum hava verið fjaldar, nú eru komnar fram í ljósmálan.

Sum úrslit hava kvinnurnar fingið eina rødd, og fremjararnir eru stillaðir til svars.

Við sínum áhaldandi og miðvísa arbeiði hevur Ársins Brita hjálpt okkum øllum at skilja, at hesar persónligu søgurnar, sum vit hava frætt um, eru ikki eindømi. Nei – tær bera boð um ein samfelagstrupulleika, sum er inngrógvin í okkara mentan, og sum kemur okkum øllum við.

Søgurnar um sexismu og kynsligan ágang, sum higartil eru komnar undan kavi, eru bara toppurin av ísfjallinum.

Tann neyðuga mentanarliga broytingin byrjar við eini uppgerð við tøgnmentanina og valdsstrukturarar í samfelagnum.

Hesum hevur Ársins Brita slóðað fyri.

Og hóast nógvar fantastiskar kvinnur vóru í uppskoti, var dómsnevndin samd um, at Ársins Brita 2025 er Barbara Holm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder