Uttanlands

Djúpa røddin hjá Darth Vader og Mufasa er tagnað

Amerikanski sjónleikarin James Earl Jones doyði í gjár

James Earl Jones 1931-2024 (Mynd: EPA)

James Earl Jones 1931-2024 (Mynd: EPA)

2024-09-10 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sjónleikarin, James Earl Jones, maðurin, ið legði rødd til Darth Vader í “Star Wars” í 1977 og Mufasa í “Lion King” í 1994, doyði í gjár, 93 ára gamal.

Tað upplýstu umboð fyri sjónleikaran til amerikanska undirhaldstíðarritið, Variety, sum skrivar at hann doyði í stillum í heimi sínum í statinum New York.

James Earl Jones var afroamerikanari, føddur í 1931 í Mississippi, meðan tað enn var greiður skilnaður millum tey hvítu og tey littu í suðurstatunum.

Sum fimm ára gamal flutti hann til garðin hjá abbanum og ommuni í Michigan, men drongurin hevði tað ikki lætt um hetta mundið, og byrjaði tí at stama.

Leingi var stamingin so umfatandi, at Jones sum smádrongur setti sær fyri, als ikki at siga nakað.

- Eg stamaði. Eg kundi ikki tosa, so míni fyrstu skúlaár var eg stummur – og hetta helt fram til high school, skrivaði James Earl Jones í endurminningum sínum frá 1993.

Og við ongari rødd tók tað eisini átta ár, áðrenn ensktlærari hansara ansaði eftir, at Jones hevði gávur sum yrkjari.

Hvønn dag eggjaði lærarin Jones at siga fram yrkingar. Og spakuliga vaks sjálvsálitið og hugurin til at tosa fram hjá tí unga afroamerikanaranum.

Hann var fyrstu ferð á palli á Broadway í 1957, og spældi við í fleiri Shakespeare-leikum.

Í 1969 fekk hann eina Tony virðisløn, tað størstu virðislønina innan palllisg, fyri leiklut sín sum boksarin Jack Johnson í leikinum “The Great White Hope”. Leikurin varð gjørdur til film í 1970, eisini við Jones í høvusleiklutinum. Tá varð hann, sum hin bert næsti afroamerikanski sjónleikarin nakrantíð, tilnevndur til ein Oscar fyri besta høvuðsleiklut.

James Earl Jones gjørdist heimskendur, tá hann gjørdist maðurin handan myrku og døpru tøddina hjá Darth Vader, meginbølmenninum í Star Wars-filmunum.

Eyðkenda djúpa rødd hansara varð eisini brúkt í fleiri øðrum filmum, eitt nú í “Lion King” hjá Disney, har hann var røddin hjá Mufasa.

Hann fekk fleiri virðislønir, m.a. tríggjar Emmy Awards, eina Golden Globe Award og tvær Tony Awards.

James Earl Jones giftis vil sjónleikaranum og sangaranum Julienne Marie í 1968 – hjúnabandið helt í fýra ár. Í 1982 giftist hann við Ceciliu Hart, tey fingu sonin Flynn. Cecilia Hart doyði av krabba í 2016, skrivar Ritzau. 

(kl. 10.49: føðiárið rættað)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder