Klokkan 9 leygarmorgunin verður dokumentarurin um Heina Zachariassen “Disrupting Wine - Lívið hjá einum íverkseta” tøkur á Portalinum.
Dokumentarurin sigur bæði søguna handan Vivino og persónligu søguna hjá Heina Zachariassen.
Heini Zachariassen er føddur og uppvaksin í Føroyum. Sum ungur fann hann útav, at hann skuldi vera íverksetari, og fyri at náa tí málinum, mátti hann flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Síðani byrjaði íverksetaraleiðin.
Seinni flutti Heini saman við familjuni til San Francisco, har hann menti Vivino til størstu vínapp í heiminum. Vivino hevur í dag næstan 50 milliónir brúkarar.
"Disrupting Wine – Lívið hjá einum íverkseta” er framleiddur av Johan Rimestad og Rógva Langgaard. Teir hava arbeitt uppá filmin í tvey ár.
Dokumentarurin verður sum nevnt tøkur á Portalinum frá leygardegnum klokkan 9.
Sí brellbita omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald