Haywood Gilliam Jr., ein samveldisdómari í Kalifornia, forðaði í gjár fyri ætlanini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at byggja ein múr á markinum til Meksiko við fígging, sum hann fekk sær við at lýsa neyðrættarstøðu.
Sostatt forðaði dómarin fyrisitingini hjá Trump í at brúka eina mia. dollarar, ið vórðu settir av til herin, til at byggja ein part av múrinum millum USA og Meksiko.
Ætlanin var annars at byggja 82 kilometrar av hegni afturat á markinum millum londini.
Donald Trump lýsti neyðrættarstøðu í februar fyri at fáa fígging til ein múr á markinum til Meksiko, av tí at kongressin ikki vildi játta honum fígging.
Grundgevingin hjá samveldisdómaranum er, at kongressin ikki hevur góðkent ætlanina.
Sambært DR er eingin rekatión komin úr Hvítu Húsunum enn, men fyrisitingin hjá Trump hevur fyrr boðað frá, at ætlanin er at brúka uml. 6,7 mia. dollarar (uml. 44,6 mia. í okkara krónum), til múrin á markinum.
Tað tók fleiri mánaðar hjá demokratunum og republikanum at finna eina semju um markið millum USA og Meksiko, men 12. februar samdust tey um at seta 1,4 mia. dollarar av til eitt 88 kilometrar langt hegn á markinum.
Hetta var ikki tann upphæddin, Trump hevði ætlað, og tí lýsti hann neyðrættarstøðu 15. februar.
Hetta fekk tó Umboðsmannatingið, fleiri statir, umframt áhugabólkar at kæra málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald