Ein dómari í USA hevur leygardagin víst aftur royndini hjá amerikanska løgmálaráðnum, at steðga útgávuni av einari nógv umrøddari bók, sum fyrrverandi trygdarráðgevin John Bolton hevur skriva um sína tíð í Hvítu húsunum. Tað skrivar Wall Street Journal, sambært TV2.
Løgmálaráði hevði biðið ein dómstól um, at steðga útgávuni, tí at hon inniheldur trúnaðar stemplaðar upplýsingar. Tað viðurkennir dómarin eisini, men noktar framvegis at seta forboð ímóti útgávuni.
Í bókini kemur John Bolton við eini røð av ansvekjandi pástandum og ákærum mótvegis Trump forseta. Hann skriva millum annað, at Donald Trump leitaði sær hjálp frá kinesiska forsetanum Xi Jinping, til at vera afturvaldur, tá teir fundaðist handan afturlatnar dyr i 2019. Eisini hevur Bolton sagt í eini samrøðu við ABC News, at Trump ikki er egnaður til at vera forseti.
Donald Trump hevur eisini lagt eftir Bolton, og kalla hann fyri “ein sjúkan hvølp” samstundis sum hann sigur at bókin uppspuni.
Bókin verður eftir ætlan givin út týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald