![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tveir menn vórðu í dag í Føroya rætti dømdir fyri brot á grein 266b. Teir vórðu báðir í hvør sínum máli dømdir at rinda tíggju dagbøtur upp á 500 krónur í part. Altso 5000 krónur tilsamans hvør.
Annar varð dømdur fyri útsøgn í lesarabrævi sum millum annað segði soleiðis: "Samkynd hava tó eina so svera grad av sinnisjúku, at tað er heilt út av lagi at loyva slíkum at ansa eftir nøkrum barni".
Í hinum førinum var ein maður dømdur fyri eitt uppslag á Facebook, har hann legði eftir Dagur og viku vertinum John Johannesen, sum er samkyndur.
“Er tað í lagi at hesin kynsvillingurin ger innslag um HIV? HIV kemur upprunaliga av kynsvillu og hevur síðani smittað onnur. Í løtuni eru apukoppar aktuellir og smitta eisini við livihátti sum hesin sjónvarpsverturin hevur og prædikar fyri. KvF stinkar!”, skrivaði tann dømdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald