Innanlands

Dømdur fyri brot á 266 b

Fyri hetta fær maðurin, ið er dømdur fyri rasistisk úttalilsi og hóttanir við millum annað at siga "Eg skal drepa allar muslimar", 10 dagbøtur áljóðandi 300 krónur. Hetta er fyrstu ferð, at nakar er dømdur fyri brot á grein 266 b í Føroyum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-06 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var tann 30. januar í fjør, at ein maður veruliga gjørdist óður í Smyrjibreyðsbúðini í Niels Finsens gøtu. 

Nøkur fólk av útlendskum uppruna vóru til staðar, umframt nøkur afturat, og fleiri vitni sóu og hoyrdi tann nú dømda millum annað siga hetta:

"Eg skal drepa allar muslimar - eg skal drepa tykkum. Muslimar skuldu blivi útruddaðir."

Tað stendur í dóminum, at maðurin skýrdi muslimar at vera "eitt lortafólk", "terroristar", sum ein bólk ið stendur fyri øllum kriminaliteti í Danmark og Svøríki, og sum vil bumba, drepa og yvirtaka alla verðina.  

Viðkomandi segði eisini beinleiðis, at hann hatar muslimar, og um nakar har segði nakað ímóti, so skuldi hann sorla tey sundur. 

Sambært grein 266 b í revsilógini er hetta eitt brot. Tað kemur undir at niðurgerða, háðað og hótta ein bólk orsaka av trúgv/etniskum uppruna. Viðkomandi varð meldaður, og í dag fall dómur í Føroya Rætti. Dómarin metti, at vitnini vóru greið, at júst tað sum fór fram varð greitt, og at tað var eitt alment stað, so hann gav ákæruvaldinum viðhald. Skuldsetti noktaði seg sekan. 

Mælt var til tíggju dagsbøtur á 300 krónur sum revsing, ið er tað sum greinin ásetur. Hetta varð eisini dømt. Eisini skal tann dømdi gjalda sakarmálskostnaðin.

Ongantíð áður er nakar dømdur fyri brot á 266 b í Føroyum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder