28. apríl í 2024 leyp ein póllendingur, sum fyri kortum var komin til Føroya, á eina kvinnu við Sandá.
Hann varð dømdur í Føroya rætti fyri álop og neyðtøku, og dómurin er í dag, mikudagin 24. juni, staðfestur í Eystara landsrætti.
Har varð millum annað staðfest, at lívið hjá kvinnuni kom í vanda vegna ógvusliga álopið. Tað skrivar Frihedsbrevet.
Pólski maðurin fær hørðu revsingina trygdarvarðhald - forvaring - sum er óvanligur dómur í Føroyum.
Sambært Kringvarpinum skal 36-ára gamli maðurin sita í trygdarvarðhaldi í Danmark. Hann kann ongantíð koma til Føroya og skal rinda álopnu kvinnuni umleið 200.000 krónur fyri tort og mista arbeiðsinntøku, umframt sakarmálskostnaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald