Uttanlands

Dømdur sum njósnari – verður helst leyslastin

Frode Berg væntast at fáa grið frá Vladimir Putin fyrsta dagin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-10-25 10:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi norski markavørðurin Frode Berg, sum situr fongslaður í Russlandi fyri njósning, kann rokna við at verða leyslatin fyrsta dagin.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin Sergej Lavrov, sum í hesum døgum er á vitjan í Kirkenes í sambandi við eina minningarhátíð fyri 75 ára dagin fyri at Finnmark varð fríað frá nasistunum undir øðrum heimsbardaga.

Uttanríkisráðharrin sigur, at ein serlig nevnd sum viðgerð umsóknir um grið hevur viðgjørt málið hjá Frode Berg. Nevndin mælir til, at Vladimir Putin, forseti, letur Frode Berg leysan. Hann hevur annars fingið fongsulsdóm í 14 ár fyri njósning.

64 ára gamli Frode Berg er pensjóneraður markavørður við norsk-russiska markið. Hann varð handtikin í desember í 2017 og í apríl í ár varð hann dømdur fongsilsdóm fyri at hava savnað inn loyniligar upplýsingar um russiskar kjarnorkukavbátar.

Berg hevur noktað seg sekan í ákærunum um njósning fyri Noreg.

Trygdartænastan FSB handtók Berg á eini vitjan í Moskva.

Litaviska tíðindastovan hevur skrivað, at ein avtala um umbýting av fangum er avtalað millum londini, so at Litava letur Russlandi tveir russar og Russland leysletur tveir litavar umframt ein ikki navngivnan norðmann. Frode Berg er einasti norðmaður, sum er fongslaður fyri njósning í Russlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder