2024-12-07 16:47
Myndugleikarnir í Dominikanska Lýðveldinum, sum liggur á eystursíðuni á karibisku oynni Hispaniola, boða frá, at teir hava lagt hald á meira enn 9,5 tons av kokaini.
Kokainið varð funnið í 320 posum í einari bingju við bananum í býnum Santo Domingo. Rúsevnini, sum skuldi til Belgia, verða mett at hava eitt marknaðarvirði á 1,76 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Hetta er størsta nøgdin av rúsevnum, sum nakrantíð er funnin í Dominikanska Lýðveldinum.
Áðrenn hetta var størsta nøgdin 2.580 kilo av kokaini, sum hald varð lagt á í 2006. Tað varð eisini funnið í Santo Domingo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald