Uttanlands

Domino's í Danmark farið á heysin

Ketan av pitsahandlum í Danmark er fyribils stongd

2019-03-02 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein í dag roynir at ringja og bíleggja pitsu frá einum Domino's í Danmark, so kemur ein telefonsvari fram, ið upplýsir at ketan tíverri er farin á heysin, og at tað at tað ikki er møguligt at bíleggja pitsur. Heimasíðan hjá fyritøkuni, dominos.dk, riggar ikki.

Ritzau skrivar, at tað er bert danski parturin av fyritøkuni, ið er farin av knóranum. Domino's er ein amerikonsk fyritøka. Í heyst í fjør fingu fleiri Domino's matstovur í Danmark ringa umtalu í BT orsakað av ringum reinføri.

Tað verður í løtuni arbeitt við einari loysn, so at Domino's kann koma upp at koyra aftur í Danmark. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder