Í vikuni boðaði umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, frá, at hon ætlaði at gera tað til krav, at starvsfólk, sum arbeiða hjá privatum fyritøkum við í minsta lagi 100 starvsfólkum, annaðhvørt skulu vera liðugt koppsett fyri koronu ella lata seg kanna fyri koronu hvørja viku.
Hetta kravið skuldi eftir ætlan koma í gildi 4. januar komandi ár, men ein kærudómsstólur hevur nú steðgað ætlanini. Orsøkin er, at dómsstólurin metti kravið vera í stríð við amerikonsku grundlógina, skrivar tíðindastovan Reuters.
Avgerðin hjá kærudómsstólinum kemur eftir, at fimm statir, sum eru stýrdir av republikanarum – Texas, Louisiana, Mississippi, South Carolina, og Utah – umframt fleiri privatar fyritøkur og átrúnaðarligir bólkar hava kært málið.
Umsitingin hjá Biden hevur nú inntil mánadagin at svara aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald