Uttanlands

Dómstólur í Nevada: Valstøð skulu halda opið longri

Tað er toymi hjá Donald Trump, ið hevur ynskt tað, orsakað av tekniskum trupulleikum tíðliga í dag í millum annað Las Vegas. Trump-legan hevur kunngjørt seg vinnara av Florida, men tað sær verri út hjá forsetanum í Texas

Veljarar í Nevada fyrr í dag (Mynd: EPA)

Veljarar í Nevada fyrr í dag (Mynd: EPA)

2020-11-04 01:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hendir ymiskt áhugavert kring USA í løtuni, nú fleiri úrslit koma inn.

Í summum støðum er tað tó trupult at fáa alt at rigga - í nøkrum valstøðum í Clark County í Nevada, har millum annað størsti býurin Las Vegas er, verður møguleiki at atkvøða longur enn ætlað.

Orsøkin er, at fleiri valstøð lótu ov seint upp í morgun, tí tekniskir trupulleikar vóru við atkvøðumaskinunum, og toymi hjá Trumo hevur biðið rættin um at halda opið longur.

Toymi heldur eisini, at hátturin ið verður nýttur til at telja brævatkvøður í størsta valstaðnum Nevadas ikki livir upp til reglurnar. Ynski er um størri og betri eygleiðing.

Harvið verður úrslitið frá Nevada, ið gevur seks valmenn, áleið ein tíma seinkað. Hillary Clinton vann Nevada í 2016.  


Florida verður helst reytt - Texas kann gerast blátt

Hetta er Trump-legan so vís í nú, at á Twitter hevur "Team Trump" lagt mynd út av forsetanum við tekstinum: "President Trum wins Florida"

Ein slíkur sigur kann gerast sera týdningamikil fyri Donald Trump. Florida, ið altíð er ein spennandi svingstatur, gevur 29 valmenn.

Texas fer altíð til republikanararnar, men í 2016 var munurin ikki so stórur, og tey fyrstu úrslitini í risastóra statinum hava verið til fyrimuns fyri Joe Biden. 

Texas gevur heili 38 valmenn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder