Sjónleikarin Kevin Spacey skal gjalda framsleiðslufelagnum 31 milliónir dollarar í endurgjald.
Talan er um framleisðlufelagið MRC, sum stendur aftanfyri vælumtóktu røðina "House of Cards", har Kevin Spacey hevði høvuðsleiklutin, inntil hann varð koyrdur orsakað av ákærum um kynsligan ágang.
Endurgjaldið skal fíggja tær útreiðslurnar, sum framleiðslufelagið fekk, eftir at tað bleiv neyðugt at umskriva sættu sesong uttan Kevin Spacey og samstundis stytta hana niður í átta partar í staðin fyri 13 partar, sum ætlanin var.
Kevin Spacey hevði kært avgerðina um kravt endurgjald, men hósdagin staðfesti ein dómstólur, at hann skal gjalda. Dómarin váttaði, at Kevin Space við hesum ákærunum hevði brotið sáttmála sín.
Kevin Spacey skal sambært Ritzau gjalda 29,5 milliónir dollarar til framleiðslufelagið, og við sakarmálskostnað verður upphæddin 31 milliónir dollarar, ið svarar til uml. 227 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald